El Salvador - Wikipedia
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| ||
Tjóðarslagorð: Dios, Unión, Libertad
(føroyskt: Gud, Felagsskapur, Frælsi) | ||
Tjóðsangur: Himno Nacional de El Salvador | ||
![]() | ||
Alment mál | Spanskt | |
Høvuðsstaður | San Salvador | |
Forseti | Antonio Saca | |
Forsætisráðharri | Nelson O. Oduber | |
Fullveldi | 15. september 1821 (frá Spania) | |
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
21,040 km² 1.4 | |
Íbúgvar - tilsamans 2007 - tættleiki |
6 948 073 318.7/km² | |
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari, Bitcoin[1] | |
Tíðarøki | UTC -6 | |
Økisnavn á alnetinum | .sv | |
Telefonkota | +503
| |
El Salvador (spanskt: República de El Salvador) er eitt land í Miðamerika við marki móti Guatemala og Honduras. Høvuðsmálið í El Salvador er spanskt. Høvuðsstaðurin í El Salvador eitur San Salvador.
Frá 1979 til 1991 var blóðugt borgarakríggj ímillum stjórnarherin, sum USA stuðlaði, og vinstrasinnaðar uppreistrardeildir. Eini 75 000 fólk doyðu. 16. januar í 1992 kom friðaravtala í gildi.
Í øldir áttu nakrar fáar ríkar ættir alla jørðina í landinum, og mesta fólkið leið hungur og hall.
Í 1970-árunum kravdu fólk í El Salvador jørð og arbeiði til tey fátæku; katólska kirkjan við Óscar Romero (15. august 1917 – 24. mars 1980) erkibiskuppi á odda stuðlaði hesum. Í 1979 tóku nakrir herovastar valdið. Teir lovaðu at bøta um viðurskiftini, men kúgaðu alla andstøðu við harðari hond. Romero varð myrdur í 1980. Borgarakríggj brast á ímillum stjórnarherin, ið fekk stuðul úr USA, og uppreistrardeildir. 75 000 fólk lótu lív. Friðaravtala varð undirritað í 1992.
Ein fjallaryggur við nógvum gosfjøllum eyðkennir landslagið.
Skógirnir, har nógvur setrisviður, mahogni og eik vuksu, eru ruddaðir til landbúnaðarjørð.