fo.wikipedia.org

Harry S. Truman - Wikipedia

  • ️Sun May 12 2019

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Harry S. Truman

Harry S. Truman (1884-1972)

Føddur 8. mai 1884
Missouri Lamar, Missouri
USA USA
Doyði 26. desember 1972
Missouri Kansas City, Missouri
USA USA
Yrki Bóndi, vinnulívsmaður, politikari (D)

Harry S. Truman (føddur 8. mai 1884, deyður 26. desember 1972) var amerikanskur bóndi, vinnulívsmaður, politikari og statsleiðari.

Truman var limur í Demokratiska flokkinum og gjørdist amerikanski varaforsetin í januar 1945. Táverandi forsetin Franklin D. Roosevelt var álvarsliga sjúkur um hetta mundið. Hann doyði bara 3 mánaðir seinni. 12. apríl 1945 varð Harry S. Truman svorin í eið sum 33. forsetin í USA.

Hin 12. mars 1947 helt Harry S. Truman røðu í kongressini í USA. Vanliga verður sagt, at Kalda kríggið byrjar við hesi røðu. Henda røða saman við Marshallætlanini um búskaparligu endurreisnina av Evropa gjørdist m.a. grundarlagið undir hernaðarsamgonguni NATO, ið varð stovnað í 1949.

Truman virkaði sum forseti frá 1945 til 1953.[1] Eftirmaður varð Dwight D. Eisenhower.

  • Truman saman við Stalin (v.) og Churchill (h.) á samráðingarfundinum í Potsdam í 1945.

    Truman saman við Stalin (v.) og Churchill (h.) á samráðingarfundinum í Potsdam í 1945.

  • Churchill, Truman og Stalin í Potsdam í 1945.

    Churchill, Truman og Stalin í Potsdam í 1945.

  • Cl. Attlee, Truman og Stalin í juli/august 1945.

    Cl. Attlee, Truman og Stalin í juli/august 1945.

  • Í desember 1950 skrivaði Truman undir skjalið, sum lýsti landið í undantaksstøðu í sambandi við Koreakríggið.

    Í desember 1950 skrivaði Truman undir skjalið, sum lýsti landið í undantaksstøðu í sambandi við Koreakríggið.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
  1. Harry S. Truman, nps.gov (enskt)

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana